Íbúðarbygging á Toftum

Dagfest 31-10-2018  

Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað eina partalagsavtalu um bygging av 18 íbúðum á Toftum. Talan verður væntandi bæði um almennar leigubústaðir og um lutaíbúðir.  

 

Íbúðirnar verða bygdar á Kneysum, beint omanfyri havnarlagið á Toftum. Staðsetingin er góð, stuttur vegur er í skúla og gott útsýni er yvir fjørðin. 

Bygd verða tvey íbúðarhús. Tað eina við átta eins íbúðum á umleið 75 fermetrar og hitt við 10 íbúðum, har tær seks eru umleið 50 fermetrar hvør og hinar fýra eru umleið 75 fermetrar hvør. Allar íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm og køk/stovu. Tær minnu íbúðirnar hava eitt sovikamar, meðan tær størru hava tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan. Góð parkeringsøkir verða gjørd við bygningarnar.

Eftir ætlan verður tann sunnari bygningurin, sum hevur átta eins íbúðir, skipaður sum lutaíbúðir. Skipanin við lutaíbúðum er rættuliga óroynd í einum føroyskum høpi, og ynskir Bústaðir á henda hátt at vera við til at fjøltátta útboðið av íbúðum. Nágreinilig lýsing av viðurskiftunum um lutaíbúðirnar kemur seinni. 

Verkætlanin er úrslit av góðum samstarvi millum Nes kommunu, Byggivirkið KBH og Bústaðir. Lendisarbeiðið byrjar fyrsta dagin og tað er Falkon Entreprenørar sum skal gera tað arbeiði. 

 

Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í fyrstu íbúðirnar á heysti 2020. 

 

Helgi Johannessen                               Jóhannus Danielsen                            Andras Róin         

Byggivirkið KBH Sp/f                           Nes kommuna                                        Bústaðir

ViðfestiStødd
PDF icon Íbúðarbygging á Toftum_mynd04.pdf177.24 KB

viðkomandi

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

  • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

    Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

  • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

    Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

  • Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað July 01, 21

    Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á...

  • Jákup Ólavsson útbúgvin húsavørður June 04, 21

    Jákup Ólavsson úr Havn, sum síðani 2018 hevur verið í læru hjá...

  • Fimm nýggjar leiguíbúðir í Sørvági April 06, 21

    Sp/f Westtech hevur fyri Bústaðir bygt fimm íbúðir Undir Bólheyggi...

  • Liðugt at byggja 10 nýggjar leiguíbúðir á Toftum March 04, 21

    Skjótt fara leigarar at flyta inn í 10 nýggjar leiguíbúðir á...

  • Nakrir spurningar og svar um lutaíbúðir November 10, 20

    Her verður greitt frá nøkrum spurningum um lutaíbúðir.

    Sí...

< >