Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað

Dagfest 01-07-2021  

Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á Kneysum á Toftum saman við Byggifelagnum KBH, Teknistovan Gøta og Nes kommunu. Talan er um verkætlan við tveimum bygningum, har tann eini bygningurin er til leiguíbúðir og hin er til lutaíbúðir. Tíðliga í juni í ár yvirtók Bústaðir bygningin við teimum átta lutaíbúðunum og í gjár varð stovnandi aðalfundur í hølunum hjá KBH á Toftum, har lutaíbúðafelagið varð sett á stovn.

---

Seinasta heyst hevði Bústaðir kunnandi fund í skúlanum á Toftum um lutaíbúðaverkætlanina á Kneysum. Nógv fólk møttu til fundin, har greitt varð frá verkætlanini, um løgfrøðiligar spurningar viðvíkjandi lutaíbúðafeløgum, og um hvussu ein kundi koma á bíðilista til eina lutaíbúð. Tá freistin fyrr í ár varð farin at koma á bíðilistan, høvdu omanfyri 30 boða frá, at tey vóru áhugaði í at keypa eina lutaíbúð á Kneysum. Síðani varð skipa fyri lutakasti, fyri at finna raðfylgjuna á teimum, sum stóðu á bíðilistanum, og setti Bústaðir seg í samband við tey í teirri raðfylgjuni fyri at vita, um tey nú eisini vildu binda seg til eina íbúð.

Byggingin, har Byggifelagið KBH hevur verið heildararbeiðstakari, hevur gingið sera væl. Bygningurin við lutaíbúðunum varð í samsvari við byggiverkætlanina liðugur tíðliga í juni, tá Bústaðir yvirtók bygningin. Í gjár, tann 30. juni, skipaði Bústaðir fyri at at tey, sum hava bundið seg til eina lutaíbúð, fingu dagførda kunning um íbúðirnar, og har Advokatskrivstovan gjøgnumgekk uppskot til viðtøkur. Øll, sum hava sett seg fyri eini lutaíbúð, vórðu umboðaði á fundinum. Hetta varð á ein hátt ein søguligur fundur, tí á fundinum varð Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað – tað fyrsta lutaíbúðafelagið, sum er stovnað sambært løgtingslógini um lutaíbúðafeløg. Lutaíbúðarfelagið Á Kneysum yvirtekur nú tær átta lutaíbúðirnar frá Bústøðum, sum hevur verið byggiharri fyri verkætlanini, og eru tað nú teir átta lutakeypararnir, sum mynda felagið.

Talan er um átta eins íbúðir á umleið 75 fermetrar. Staðsetingin, beint omanfyri havnarlagið á Toftum, er góð. Stuttur vegur er í skúla, og gott útsýni er yvir fjørðin. Allar íbúðirnar hava gongd, baðirúm, køk/stovu og tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan. Úthús hoyrir til íbúðirnar. Góð parkeringsøkir eru við bygningarnar.

Fyri Bústaðir, sum m.a. hevur til endamáls at fjøltátta bústaðaútboðið, er talan um nýskapandi og væleydnaða verkætlan. Frymilin við lutaíbúðum hevur vakt stóran ans, og tykist sera stórur áhugi verða fyri lutaíbúðum kring alt landið.

Leisturin, har Bústaðir mennir verkætlan saman við arbeiðstakara og ráðgeva, virkar sum byggiharri í byggitíðarskeiðnum og selur lutaíbúðirnar til lutaíbúðarfelagið, tá alt er liðugt, hevur fleiri fyrimunir við sær. Bústaðir kann fíggja í byggitíðarskeiðnum og taka byggiváðan uppá seg, so lutakeyparar vita, hvat teir fáa, og til hvønn kostnað.

Bústaðir vil takka Nes kommunu, arbeiðstakaranum KBH, leigarum, og nú eisini lutakeyparum fyri gott samstarv.

(Myndatekstur: Íbúðirnar Á Kneysum. Teir báðir fremstu ljósu bygningarnir eru teir, sum KBH hevur bygt til Bústaðir. Bygningurin til høgru er við teimum átta lutaíbúðunum og tann til vinstru er við 10 leiguíbúðum)

viðkomandi

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

  • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

    Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

  • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

    Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

  • Jákup Ólavsson útbúgvin húsavørður June 04, 21

    Jákup Ólavsson úr Havn, sum síðani 2018 hevur verið í læru hjá...

< >