• forsíða
  • kunning
  • bóklingar
  • limir
  • bústaðir
  • vit
  • samband
  • leita
  • en
Home
  • forsíða
  • kunning
  • bóklingar
  • limir
  • bústaðir
  • vit
  • samband
  • leita
  • en

Liðugt at byggja 10 nýggjar leiguíbúðir á Toftum

Dagfest 04-03-2021  

Skjótt fara leigarar at flyta inn í 10 nýggjar leiguíbúðir á Kneysum á Toftum.

Talan er um tvey sløg av íbúðum. Seks av íbúðunum eru 55 m2 til støddar og fýra eru 78 m2.

Íbúðirnar verða hitaðar við hitapumpu. Inniluftin verður tryggjað við ventilatiónsskipan.

Parkeringsviðurskiftini eru góð. Íbúðirnar hava sera gott útsýni yvir fjørðin og havnarlagið og eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, har stutt er til skúla.

Tað er Byggivirkið KBH, sum byggir íbúðirnar fyri Bústaðir.

Samb. leigulógini hevur Almannaverkið ávisingarrætt til 5. hvørja íbúð hjá Bústøðum, og gevur hetta Almannaverkinum 2 íbúðir, meðan hinar 8 verða tillutaðar gjøgnum bíðilistan hjá Bústøðum.

Fyrstu leigararnir flyta ætlandi inn í íbúðirnar á Kneysum tann 1. apríl 2021.

viðkomandi

  • ENDURLÝSING - Bústaðir søkja fíggjarleiðara December 07, 23

    ENDURLÝSING

    Fíggjarleiðari til...

  • Bústaðir hækkar rentuna November 09, 23

    Leiðandi renturnar eru hækkaðar aftur nú í september, og hetta...

  • Átta nýggjar leiguíbúðir á Tvøroyri October 19, 23

    Bústaðir fer nú at leiga tær átta leiguíbúðirnar út á Heiðatrøðini...

  • Bústaðir hækkar rentuna October 10, 23

    Leiðandi renturnar eru hækkaðar tríggjar ferðir nú í summar, og...

  • Bústaðir hækkar rentuna May 31, 23

    Leiðandi renturnar eru aftur hækkaðar og hetta hevur við sær, at...

  • Bústaðir farið undir at byggja 87 nýggjar íbúðir afturat May 31, 23

    Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á...

  • Seks nýggjar íbúðir Í Mýrunum í Vági April 13, 23

    Tær seks íbúðirnar, sum Bústaðir hevur latið byggja Í Mýrunum í...

  • LÍV og Bústaðir stovna partafelag March 31, 23

    Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú...

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

< >