• Mai 2015, íbúðirnar eru klárar at flyta inní

    Mai 2015, íbúðirnar eru klárar at flyta inní

  • Mai 2015, íbúðirnar eru klárar at flyta inní

    Mai 2015, íbúðirnar eru klárar at flyta inní

  • Ímillum íbúðahúsini er snøgt flísalagt tún

    Ímillum íbúðahúsini er snøgt flísalagt tún

  • Køkurin

    Køkurin

  • Nærmynd av køkinum, sum hevur allar hentleikar

    Nærmynd av køkinum, sum hevur allar hentleikar

  • Ljósviðurskiftini eru sera góð

    Ljósviðurskiftini eru sera góð

  • Í sovikamarinum eru klædnaskáp

    Í sovikamarinum eru klædnaskáp

  • Fleiri skáp eru í íbúðunum

    Fleiri skáp eru í íbúðunum

  • Baðirúmið

    Baðirúmið

  • Staðsetingin er sera góð. Stutt er til allar hugsandi hentleikar

    Staðsetingin er sera góð. Stutt er til allar hugsandi hentleikar

  • Innrættingin av íbúðunum

    Innrættingin av íbúðunum

Heygavegur - Klaksvík

Við Heygavegin í Klaksvík hava vit átta vardar íbúðir til ungdómar við serligum tørvi. Har eru tvey íbúðahús í tveimum hæddum við fýra íbúðum í hvørjum.

Staðsetingin er sera góð í miðbýnum í Klaksvík. Stutt er til allar hugsandi hentleikar, t.d. innkeypsmøguleikar, skúlar, bókasavn, matstovur, fótbóltsvøll og svimjihøll.

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan er sera lág, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.

Tær vardu íbúðirnar eru úrslit av samstarvi millum Bústaðir, Almannamálaráðið og donsku fyritøkuna Scandibyg, sum hevur bygt íbúðirnar. Tað serliga við hesi byggiverkætlan er, at bygningarnir vóru innfluttir av verksmiðju í Danmark. Hetta hevði við sær, at byggiarbeiðið gekk tvífalt so skjótt sum vanligt, tí sjálvur bygningurin varð gjørdur samstundis sum jørðararbeiði, fundament og innleggingar vórðu gjørd. 

Okkara samstarvsfelagar í verkætlanini eru Scandibyg og P/f Kanjon. 

Hesar íbúðirnar verða ikki bjóðaðar út eftir okkara bíðilista. Almannaverkið umsitur egnan bíðilista til íbúðirnar. 

Byggiár2015

Íbúðir8

Búvídd, m254

Rúm2

Felagsrúmnei

Goymslurúmnei

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir2

Lyftanei

ArbeiðstakariScandibyg og p/f Kanjon

Orkukeldajarðhiti, gólvhiti

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Mikroovnurnei

Uppvaskimask.ja

Vaskimask.nei

Turkitrumlanei

Leigakr. 4.414