Garðsvegur 17-21B, Sørvágur

Á Garðsvegi, miðskeiðis í Sørvági, hava Bústaðir fimm raðíbúðir. Úr íbúðunum er frítt og vakurt útsýni yvir bygdina og sandin.

Íbúðirnar eru staðsettar í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, og stutt er til allar hugsandi hentleikar, m.a. skúla, barnagarð, spælipláss, fótbóltsvøll og innkeypsmøguleikar.

Tær eru innrættaðar við duri, tveimum sovikømrum, baðirúmi og køks-/alrúmi. Í tí minna sovikamarinum er hems. Uppi á hemsinum er harumframt eitt rúmligt goymslurúm. 

Bæði framman og aftan fyri íbúðirnar kann sólargangurin njótast á terassu. Harumframt hevur hvør íbúð egna inngongd og bilur sleppur heilt til dyrnar, so parkerings- og atkomuviðurskiftini eru sera góð.

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan er lág og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðunum.

Íbúðirnar eru allar 85 m2 og hava harumframt úthús.  
 

Slag Leigubústaður
Byggiár 2015
Íbúðir 5
Búvídd, m2 85
Rúm 3
Leiga 6.188