Óðinshædd 17-55, Tórshavn

Byggistig fýra, fevnir um 19 íbúðareindir og eitt felagshús.

17 av íbúðunum eru innrættaðar við duri/gongd, baðirúmi, tvey sovikømur og køk og stovu í einum við atgongd til rákøk. Tær eru í tveimum sniðum, snið 1 og snið 2, sí tekningar. 

Har eru 13 íbúðir av snið 1 og 4 íbúðir av snið 2.

2 av endaíbúðunum í veghædd í lon 1 eru gjørdar, so at tær eru egnaðar til rørslutarnað at búgva í. Tær eru innrættaðar við duri, tvey sovikømur, baðirúm og køk og stovu í einum. 

Hvør íbúð fær egið goymslurúm.

Íbúðirnar eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi og við góðum parkeringsviðurskiftum. Tað er ikki langt í skúla og barnagarð. Stutt er til handils og til bussamband.

Tøkar íbúðir

Íbúð 17 kr. 11.673
Íbúð 19 kr. 10.691
Íbúð 21 kr. 10.691
Íbúð 23 kr. 10.691
Íbúð 29 kr. 10.691
Íbúð 33 kr. 10.691

Sí tekning niðanfyri fyri staðseting og innrætting.

Set teg í samband við okkum á tel. 401000 ella á bustadir@bustadir.fo, um tú ynskir eina íbúð.

Slag Leigubústaður
Byggiár 2023
Íbúðir 19
Búvídd, m2 71-78
Rúm 3
Leiga 10.691-11.673