Mitt í bygdini í Skopun hava vit tvær íbúðir, sum eru í einum hugnaligum sethúsum, sum blivu høvuðsumvæld í 2013. Í umvælingini varð dentur lagdur á at varðveita tey gomlu eyðkennini í húsunum, og tað hevur eydnast sera væl. M.a. síggjast teir gomlu langbitarnir uppi undir loftinum enn.
Íbúðirnar eru í hugnaligum og sera friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi. Stutt er til skúlan, matvøruhandil og oman á ferjuleguna, har Teistin leggur at.
Uttanfyri er stórt tún, og parkeringsviðurskiftini eru góð. Báðar íbúðirnar hava egna inngongd.
Høvuðsarbeiðstakari var Jákup Martin Sørensen.
Slag | Leigubústaður |
Byggiár | 2013 |
Íbúðir | 2 |
Búvídd, m2 | 60 |
Rúm | 3 |
Leiga | 3.620 |