Í Stoffalág í Havn hava Bústaðir átta íbúðir. Hesar íbúðirnar eru ætlaðar til fólk við rørslutarni, og eru serliga innrættaðar til hendan málbólk.
Íbúðirnar vórðu upprunaliga bygdar í 1980unum, og vóru í 2017 høvuðsumvældar.
Íbúðirnar eru 60 fermetrar, innrættaðar við køks-/alrúmi, sovikamari, baðirúmi og gongd. Uttanfyri er úthús sum kann brúkast til goymslu. Parkeringsviðurskiftini eru sera góð, og møguligt er at fáa bilin heilt til dyrnar.
| Slag | Leigubústaður |
| Byggiár | 2017 |
| Íbúðir | 8 |
| Búvídd, m2 | 60 |
| Rúm | 2 |
| Leiga | 5.319 |