Seks nýggjar íbúðir Í Mýrunum í Vági
Dagfest 13-04-2023
Tær seks íbúðirnar, sum Bústaðir hevur latið byggja Í Mýrunum í Vági, verða nú leigaðar út. Byggivirkið Norcon hevur bygt íbúðirnar, og er arbeiðið gjørt í góðum samstarvi við Vágs kommunu.
Íbúðirnar eru í eini íbúðalon í einari hædd. Tær eru í tveimum støddum, har fýra eru 87 fermetrar og tvær eru 97 fermetrar brutto. Íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur og baðirúm. Til íbúðirnar hoyrir goymslurúm á 4-5 fermetrar. Allar íbúðirnar hava terassu. Íbúðirnar verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru framman fyri íbúðirnar.
Staðsetingin er í einum øki, sum er ment nógv seinastu árini, eitt nú við smáttum, lund við spæliplássi, svimjihøll og marghøll. Umhvørvið er friðarligt og náttúruvakurt við flestu stovnum og hentleikum nærhendis.
Kostnaðurin fyri at leiga tær smærru íbúðirnar er kr. 7.500 um mánaðin og fyri at leiga tær størru er leigukostnaðurin kr. 7.900 um mánaðin. Fyrstu leigararnir kunnu flyta inn tann 1. mai.
Í Suðuroy hava Bústaðir frammanundan tríggjar íbúðir á Tvøroyri, seks íbúðir Við Kykslið í Vági og næmingabústaðirnar til Ítróttarháskúlan í Suðuroy. Við hesum nýggjastu íbúðunum í Vági hava Bústaðir samanlagt 428 búeindir.