Átta nýggjar leiguíbúðir á Tvøroyri
Dagfest 19-10-2023
Bústaðir fer nú at leiga tær átta leiguíbúðirnar út á Heiðatrøðini 8, sum byggivirkið MTV hevur bygt tætt við har, sum Bústaðir frammanundan hevur tríggjar leiguíbúðir.
Talan er um randarhús í einari hædd. Íbúðirnar eru í tveimum støddum, har tríggjar eru umleið 65 fermetrar brutto til støddar og fimm eru umleið 82 fermetrar. Tær smærru íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, eitt kamar, baðirúm og goymslu. Tær størru íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur og baðirúm. Til íbúðirnar hoyrir goymslurúm á 3-4 fermetrar. Allar íbúðirnar hava terassu, sum vendur suðureftir. Leigukostnaðurin fyri smærru íbúðirnar er kr. 7.800 um mánaðin og kr. 9.500 fyri tær størru.
Íbúðirnar liggja væl fyri, ovaliga á Tvøroyri, við Føroya Keypssamtøku sum nærmasta granna. Íbúðirnar hava sera gott útsýni oman yvir fjørðin.
Íbúðirnar eru hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru á økinum.
Við nýggju leiguíbúðunum hevur Bústaðir 23 vanligar leiguíbúðir í Suðuroy: Á Tvøroyri eru 11 íbúðir á Heiðatrøðni og í Vági eru seks íbúðir Við Kykslið og seks íbúðir Í Mýrunum. Har umframt eigur Bústaðir eisini næmingabústaðirnar til Ítróttarháskúlan í Suðuroy.
Íalt hevur Bústaðir nú 446 leigubústaðir kring landið. Aftur at tí eru útvið 170 íbúðir í gerð, umframt at Bústaðir kemur at eiga næmingabústaðirnar til Húsarhaldsskúlan, sum verður bygdur í Klaksvík.