Úti á Land, Fuglafjørður

TN Bygging er í ferð við at byggja 18 íbúðir fyri Bústaðir Úti á Land í Fuglafirði.

Talan er um bygging í trimum hæddum oman móti sjónum, har ovasta hædd er inn frá vegnum, og tær báðar niðaru hæddirnar eru undir veghæddini. Íbúðirnar verða umleið 80 fermetrar til støddar og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Nakrar íbúðir fara harumframt at hava eitt minni høli, sum t.d. kann brúkast sum kontór. Allar íbúðirnar hava altan ella terassu og goymslurúm. Góð parkeringsviðurskifti verða á økinum.

Íbúðirnar verða klárar at taka í brúk í 2024.

Slag Leigubústaður
Byggiár 2023
Íbúðir 18
Búvídd, m2 80
Rúm 3-4