HÚSALÁNSGRUNNURIN SKIFTIR NAVN TIL BÚSTAÐIR

Dagfest 15-10-2012  

Bústaðir - Føroya bústaðafelag er nýggja navnið hjá Húsalánsgrunninum. Umframt verandi virksemi á Húsalánsgrunninum verða Bústaðir ein týðandi leikari á bústaðamarknaðinum. Breið politisk semja er um, at bústaðamarknaðinum tørvar eitt størri, fjølbroyttari, betri og bíligari útboð av bústøðum, og at eitt fjøltáttað og smidligt bústaðaútboð er ein fortreyt fyri, at fólk støðast og at fleiri koma afturat.

Lógin um Húsalánsgrunnin frá oktober 2011 miðar eftir at gera nakað ítøkiligt við hetta og at gera Húsalánsgrunnin føran fyri at fara undir hesa avbjóðing. Hetta er fult í tráð við bústaðapolitikk landsins, sum verður almannakunngjørdur í næstum. Endamálsorðingarnar fyri grunnin eru nú hesar: - at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað - at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum - at stuðla upp undir veðurlagspolitikk Føroya og at minka um orkutørvin á føroyska bústaðamarknaðinum Húsalánsgrunnurin hevur sostatt heimildirnar - og eisini orkuna - til at fara undir hesa avbjóðing. Tað gera vit nú undir navninum Bústaðir - Føroya bústaðafelag, sum vit meta hóska betri til tað virksemi, vit nú fara undir - at fremja bústaðapolitikk landsins í verki.

Bústaðir fara at virka fyri, at áhugafeløg og kommunur saman við okkara bústaðafelag skapa nýggjar, kreativar og hóskandi bústaðaloysnir, soleiðis at bústaðamarknaðurin sum heild verður betri og meira fjøltáttaður. Fyrstu stigini í hesum arbeiði eru tikin. Íbúðir verða í løtuni bygdar á Tvøroyri, og væntandi fara einar fimm verkætlanir afturat í gongd í ár. Bústaðir fara komandi mánaðirnar at lýsa verkætlanirnar, ið verða settar í verk. Tá verður greitt frá, hvussu mannagongdirnar vera, og hvussu tú sum møguligur brúkari skalt bera teg at, um tú hevur áhuga fyri einari íbúð. Virksemið hjá Húsalánsgrunninum, ið umfatar verandi útlán og tey nýggju orkulánini, heldur áfram sum higartil.

viðkomandi

  • Bústaðir hækkar rentuna May 31, 23

    Leiðandi renturnar eru aftur hækkaðar og hetta hevur við sær, at...

  • Bústaðir farið undir at byggja 87 nýggjar íbúðir afturat May 31, 23

    Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á...

  • Seks nýggjar íbúðir Í Mýrunum í Vági April 13, 23

    Tær seks íbúðirnar, sum Bústaðir hevur latið byggja Í Mýrunum í...

  • LÍV og Bústaðir stovna partafelag March 31, 23

    Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú...

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

< >