NÚ VERÐUR BYGT Á ÓÐINSHÆDD

Dagfest 26-05-2014  

Í morgun, 26. mai 2014, vórðu umboð frá Bústøðum, Tórshavnar kommunu og arbeiðstakarunum samlaði saman uppi á Óðinshædd í Havn, tá spakin varð settur í fyrstu verkætlanina í høvuðsstaðnum.

Jóhann Mortensen, formaður í stýrinum fyri Bústaðir, Bjarni Djurholm, nevndarformaður fyri Sp/f Bul, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu søgdu nøkur orð. - Í hesi verkætlanini, sum Bústaðir hava verið við frá byrjar, eru bæði smáar, miðalstórar og størri íbúðir. Tað merkir, at tá hesar verða bodnar limunum, kunnu Bústaðir eisini bjóða út bíligari íbúðir, segði Jóhann Mortensen millum annað. Hann legði afturat, at Bústaðir hava álit á Buli, at úrslitið verður gott, og at byggiprísur og tíðarætlan fara at halda. Bjarni Djurholm, nevndarformaður fyri Sp/f Bul, segði seg vera vísan í, at hetta er ein uppgáva, ið Bular megnar at loysa til fulnar. Hann nevndi, at seinastu 30 árini hevur Bulur verið við til at bygt umleið 300 sethús, umframt aðrar verkætlanir.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, segði í síni røðu, at hann fegnast um, at Bústaðir endiliga eru komin í gongd við at byggja íbúðir í Havnini. Hann førdi fram, at tað er jaligt at útboðið av leiguíbúðum í Havnini nú verður størri og meiri fjøltáttað. Íbúðahúsini eru teknað av kenda arkitektinum J. P. Gregoriussen, Hans Vilhelm Lützen fer at gera grundøkið byggibúgvið og Sp/f Bulur fer at byggja íbúðirnar. Íbúðirnar verða frá 63 til 86 fermetrar til støddar, og verða væntandi lidnar um eitt gott ár.

viðkomandi

  • Bústaðir hækkar rentuna May 31, 23

    Leiðandi renturnar eru aftur hækkaðar og hetta hevur við sær, at...

  • Bústaðir farið undir at byggja 87 nýggjar íbúðir afturat May 31, 23

    Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á...

  • Seks nýggjar íbúðir Í Mýrunum í Vági April 13, 23

    Tær seks íbúðirnar, sum Bústaðir hevur latið byggja Í Mýrunum í...

  • LÍV og Bústaðir stovna partafelag March 31, 23

    Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú...

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

< >