Liðugt at byggja 10 nýggjar leiguíbúðir á Toftum

Dagfest 04-03-2021  

Skjótt fara leigarar at flyta inn í 10 nýggjar leiguíbúðir á Kneysum á Toftum.

Talan er um tvey sløg av íbúðum. Seks av íbúðunum eru 55 m2 til støddar og fýra eru 78 m2.

Íbúðirnar verða hitaðar við hitapumpu. Inniluftin verður tryggjað við ventilatiónsskipan.

Parkeringsviðurskiftini eru góð. Íbúðirnar hava sera gott útsýni yvir fjørðin og havnarlagið og eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, har stutt er til skúla.

Tað er Byggivirkið KBH, sum byggir íbúðirnar fyri Bústaðir.

Samb. leigulógini hevur Almannaverkið ávisingarrætt til 5. hvørja íbúð hjá Bústøðum, og gevur hetta Almannaverkinum 2 íbúðir, meðan hinar 8 verða tillutaðar gjøgnum bíðilistan hjá Bústøðum.

Fyrstu leigararnir flyta ætlandi inn í íbúðirnar á Kneysum tann 1. apríl 2021.

viðkomandi

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

  • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

    Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

  • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

    Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

  • Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað July 01, 21

    Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á...

< >