Bústaðir farið undir at byggja 87 nýggjar íbúðir afturat

Dagfest 31-05-2023 Tekning av verkætlanini við Dalavegin í Tórshavn  

Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á Land í Fuglafirði og 7 íbúðir á Streymnesi. Farið verður eisini undir at byggja 18 íbúðir og felagshøli til ein búfelagsskap á Kneysum á Toftum.

Bústaðir hevur fyri nøkrum árum síðani keypt eina trøð við Dalavegin í Havn. Roynt hevur í fleiri umførum verið at ment eina íbúðaverkætlan fyri økið. Nú er avtala gjørd við byggivirkið HVT um at byggja verkætlanina, sum íalt fevnir um 44 búeindir. Talan verður um seks túnbýlingar við 6-8 búeindum í hvørjum. HVT er byrjað arbeiðið, sum væntandi verður liðugt um tvey ár.

Verkætlanin Úti á Land í Fuglafirði hevur verið ávegis í eina tíð. Nú hevur Bústaðir gjørt avtalu við smápartafelagið Toftanes 2 og Fuglafjarða kommunu, um at Bústaðir ger verkætlanina við 18 íbúðum lidna. Byggivirkið TN Bygging kemur saman við SEVE at byggja íbúðarbygningin, sum væntandi verður liðugur næsta summar.

Farið verður eisini undir at byggja 7 íbúðir á einum grundøki, sum Bústaðir eigur ovarlaga í Streymnesi. Talan verður um íbúðir, sum eru líkar teimum, sum fyrr í ár vórðu tiknar í brúk Við Steigarbrekku í Sandavági. Eins og í Sandavági verður tað byggivirkið Norðhus og SEVE, ið koma at byggja. Næsta summar verður væntandi klárt at flyta inn í íbúðirnar.

Á einum øki Á Kneysum norðan fyri kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu hevur Bústaðir saman við Almannaverkinum ment eina verkætlan til ein búfelagsskap. Har fer byggivirkið KBH at byggja ein bygning í trimum hæddum við 18 íbúðum á 50 fermetrar og felagshøli. Væntandi verður bygningurin liðugur á sumri 2025.

Við hesum fýra verkætlanunum er íalt talan um 87 nýggjar íbúðir, sum fara at verða tiknar í nýtslu komandi tvey árini, umframt tær, sum í løtuni verða bygdar.

viðkomandi

  • Bústaðir hækkar rentuna May 31, 23

    Leiðandi renturnar eru aftur hækkaðar og hetta hevur við sær, at...

  • Seks nýggjar íbúðir Í Mýrunum í Vági April 13, 23

    Tær seks íbúðirnar, sum Bústaðir hevur latið byggja Í Mýrunum í...

  • LÍV og Bústaðir stovna partafelag March 31, 23

    Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú...

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

< >