ÍBÚÐARBYGGINGIN Á OYRARBAKKA LIÐUG

Dagfest 23-05-2014  

Í dag var móttøka á Oyrarbakka í sambandi við at verkætlanin Undir Bjørgum, ið fevnir um átta íbúðir, er liðug. Íbúðirnar, sum Sp/f Jóan Petur Vang hevur bygt fyri Bústaðir, vórðu yvirtiknar í dag.

Jóan Petur Vang, byggimeistari, Jóhann Mortensen, stýrisformaður fyri Bústaðir, Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, og Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Bústøðum høvdu orðið á móttøkuni.

- Arbeiðið hevur gingið væl, tíðarætlanin hevur hildið, ongin meirkostnaður hevur verið og arbeiðið er sera væl úr hondum greitt, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum.

Íbúðirnar eru ljósar og nútímans við øllum hentleikum. Tær eru millum 82 og 92 fermetrar og hava tvey og trý sovikømur. Harumframt hevur hvør íbúð sítt egna rúmliga goymslurúm og ein hjall uttanfyri. Leiguprísurin fyri hesar íbúðirnar verður frá 4.600 til 5.400 kr alt eftir stødd. Íbúðirnar verða nú bjóðaðar úr til teir limirnir á bíðilistanum, sum ynskja bústað í øki 2, Eysturoynni og øki 4, Norðstreymoy.

Sum vanlig mannagongd er hjá Bústøðum, verður raðfylgjan á bíðilistanum fylgd. Almenn móttøka verður seinni, og tá fáa øll møguleika at síggja íbúðirnar.

Sp/f Jóan Petur Vang fer í næstum undir sína næstu verkætlan fyri Bústaðir, tá fyritøkan fer at byggja Skansa íbúðirnar Yviri við Strond í Havn. Bústaðir – Føroya bústaðafelag takka Sp/f Jóan Petur Vang fyri sera gott samstarv.

 

Trýst her fyri meiri kunning um íbúðirnar

 

viðkomandi

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

  • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

    Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

  • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

    Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

  • Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað July 01, 21

    Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á...

< >