AVTALA UM BYGGING AV 16 ÍBÚÐUM Í RUNAVÍK UNDIRSKRIVAÐ

Dagfest 16-06-2015  

Bústaðir og TN Bygging hava undirskrivað avtalu um bygging av 16 leiguíbúðum í Runavík. Talan er bæði um vardar bústaðir og almennar leigubústaðir.  

Íbúðirnar verða bygdar á Blikagøtu, ovarlaga í Runavík. Staðsetingin er góð - stutt eru frá íbúðunum til skúla, barnagarð, handilsmøguleikar og stóra ítróttarøkið í Runavík. Úr íbúðunum verður gott útsýni oman yvir býin, Toftavatn og ítróttarøkið.

Bygt verða trý íbúðahús, tvey við seks íbúðum og eitt við fýra íbúðum. Átta íbúðir verða 62 fermetrar, og hinar átta verða 76 fermetrar. Minnu íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm, stovu/køk og eitt sovikamar, og størru íbúðirnar hava tað sama, men tvey sovikømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan.

Verkætlanin er úrslit av góðum samstarvi millum Almannamálaráðið, Runavíkar kommunu og Bústaðir.

Arbeiðið er byrjað, og tað er TN Bygging, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna. Eftir ætlan verða íbúðirnar lidnar í desember 2016.  Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er 16,7 mió. kr. u/mvg. 
 

Trýst her fyri meiri kunning um verkætlanina

 

viðkomandi

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

  • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

    Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

  • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

    Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

  • Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað July 01, 21

    Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á...

  • Jákup Ólavsson útbúgvin húsavørður June 04, 21

    Jákup Ólavsson úr Havn, sum síðani 2018 hevur verið í læru hjá...

  • Fimm nýggjar leiguíbúðir í Sørvági April 06, 21

    Sp/f Westtech hevur fyri Bústaðir bygt fimm íbúðir Undir Bólheyggi...

  • Liðugt at byggja 10 nýggjar leiguíbúðir á Toftum March 04, 21

    Skjótt fara leigarar at flyta inn í 10 nýggjar leiguíbúðir á...

  • Nakrir spurningar og svar um lutaíbúðir November 10, 20

    Her verður greitt frá nøkrum spurningum um lutaíbúðir.

    Sí...

< >