• Dronumynd mai 2019

Kráarbrekka - Klaksvík

Undir Kráarbrekku í Klaksvík eiga vit 24 íbúðir, sum eru sera væl egnaðar til eldri fólk.

Koyrandi er til allar íbúðir, eingi trappustig eru við útdyrnar, og íbúðirnar eru innrættaðar samsvarandi til fólk við rørslutarni. Íbúðirnar eru í einari hædd.

Undir Kráarbrekku eru trý íbúðahús við ávíkavist tíggju, átta og seks íbúðum. Lonirnar eru í tveimum hæddum, har útdyrnar til íbúðirnar í niðaru hæddini venda omaneftir, meðan tær í erva venda niðaneftir. Allar íbúðirnar hava terassu og sólargangurin er góður. Bæði oman- og niðanfyri íbúðirnar kann sólin njótast líka til hon fer undir. Harumframt er útsýnið sera gott - serliga frá íbúðunum í ovaru hæddunum. Hvør íbúð sær hevur eitt lítið goymslurúm við útdyrnar og eitt úthús á umleið fimm fermetrar sum er á parkeringsøkinum við endan á hvørjari lon.

Íbúðirnar liggja í sera friðarligum øki og parkeringsviðurskiftini eru góð. Stutt er til allar hentleikar, og býarbussurin steðgar beint uttanfyri.

18 íbúðir eru 50 m2
6 íbúðir eru 70 m2

ViðfestiStødd
PDF icon Kort yvir íbúðirnar.pdf160.37 KB

Byggiár2003

Íbúðir24

Búvídd, m250-70

Rúm2-3

Goymslurúmja

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir2

Orkukeldaoljufýr

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Leiga4.659-6.005

Leigubústaðir, leiguprísir og framtíðar ætlanir

Niðanfyri sæst yvirlit yvir leigubústaðirnar, ið vit hava, hvørjar íbúðir eru í gerð og hvørjum verkætlanum arbeitt verður við. 

 

 

Verður bygt í løtuni:

 

Stað Verkætlan Íbúðir Liðugt
Norðoyggjar      
Klaksvík Húsarhaldsskúlin 24 2025
Eysturoy      
Fuglafjørður Úti á Land 18 2024
Toftir Á Kneysum (búfelagsskapur) 19 2025
Norðstreymoy      
Streymnes Heinagerði 7 2024
Suðurstreymoy      
Tórshavn Blómubrekka 16 2024
Tórshavn Óðinshædd II 29 2024
Tórshavn Heimasta Horn II 22 2023
Tórshavn Dalavegur 44 2025
Tilsamans   179  

 

Lidnir leigubústaðir: 

Stað Býlingur Íbúðir Leiga, kr/mðr
Norðoyggjar      
Hvannasund Sundsvegur 3 6.304
Klaksvík Biskupstorg 30 5.983-11.645
Klaksvík  Heygavegur 8 4.670
Klaksvík Undir Kráarbrekku    24 4.659-6.005
Eysturoy      
Oyrarbakki Undir Bjørgum 8 5.216-6.002
Leirvík Við Ranggil 5 4.331-5.549
Runavík Blikagøta  16 5.014-5.995
Strendur Dávagerði 7 6.103
Toftir Á Kneysum 10 5.263-7.138
Norðstreymoy      
Vestmanna Bakkavegur 16 7 5.400-8.000
Suðurstreymoy      
Tórshavn Oman Mattalág 38 5.663-9.401
Tórshavn Finsen 35 3.095-9.285
Tórshavn Heimasta Horn 24 6.241-7.880
Tórshavn Íslandsvegur 8 3.781-6.115
Tórshavn Stoffalág 8 4.850
Tórshavn  Óðinshædd 22 4.796-6.866
Tórshavn Óðinshædd II 40 5.210-9.660
Tórshavn  Skansin 12 5.995-9.589
Tórshavn Næmingah. undir Fjalli   30 2.399-4.700
Tórshavn Studentaskúlah. á Berjab. 16 1.963
Tórshavn Undir Ryggi 1 7.000
Tórshavn Blómubrekka 43-61 10 10.600
Tórshavn Berjabrekka 2-24 12 7.200
Hoyvík Karlamagnusarbreyt 34 12 5.068-8.173
Hoyvík Karlamagnusarbreyt 32 6 8.392
Vágar      
Sandavág Steigarbrekka 24-32 5 8.400
Sørvágur Garðsvegur 5 5.893
Sørvágur Undir Bólheyggi 5 7.034
Sandoy      
Skopun Skúlavegur 2 3.447
Sandur Heimasandsvegur 5 6.664
Suðuroy      
Tvøroyri Heiðatrøðin I 3 5.893-6.226
Tvøroyri Heiðatrøðin II 8 7.800-9.500
Vágur Við Kykslið 6 4.780-6.892
Vágur Í Mýrunum 6 7.500-7.900
Vágur Næmingah. til Ítróttarhásk. í Suðuroy 21  
Tilsamans   458  

 

Aðrar verkætlanir:

Niðanfyri verður kunnað um verkætlanir, sum vit arbeiða við, ella har talan er um møguleikar fyri íbúðarbygging. Tað merkir, at fyrireikingar eru í gongd, men at endalig støða ikki er tikin, um bygt verður. Gongdin higartil og tørvurin sambært bíðilistanum eru partar av avgerðargrundarlagnum. 

Stað Verkætlan Íbúðir
Norðoyggjar    
Klaksvík Undir Kráarbrekku II 27
Eysturoy    
Fuglafjørður Gamla kommunuskrivstovan 6
Strendur Skúlavegur (búfelagsskapur) 15
Strendur Skúlavegur 16
Suðurstreymoy    
Nólsoy   4
Tórshavn Venjingarskúlin 50+
Vágar    
Miðvágur Heiðar 10
Suðuroy    
Hvalba Snæbjarnarvegur 6

 

  • 16. september 2019

  • 16. september 2019

  • 16. september 2019

  • 16. september 2019

  • 16. september 2019

  • 16. september 2019

  • 16. september 2019

  • 16. september 2019

  • 16. september 2019

  • 16. september 2019

  • 16. september 2019

  • Dronumynd oman Mattalág

  • Dronumynd mai 2019

  • Dronumynd mai 2019

  • Dronumynd mai 2019

  • Dronumynd mai 2019

  • Dronumynd mai 2019

  • Dronumynd mai 2019

  • Býlingurin Mattalág liggur í vesturbýnum

    Býlingurin Mattalág liggur í vesturbýnum

Oman Mattalág - Tórshavn

Á Mattalágarvegi í Tórshavn hevur Bústaðir bygt seks bygningar í tveimum hæddum við íalt 38 leiguíbúðum. Bygningarnir hava flagtekju. Bústaðir hava samstarvað við Scandi Byg, Sp/f Plan og Sp/f JEP Smíð um verkætlanina.

Talan er um 20 íbúðir á 54 m2 brutto í einari hædd við einum kamari, 10 íbúðir á 100 m2 brutto í einari hædd við trimum kømrum og 8 íbuðir á 104 m2 brutto í tveimum hæddum við trimum kømrum. Allar íbúðirnar hava egna terrassu ella altan og goymsluklivar, sum eru á ovaru hæddini í hvørjum bygningi við atkomu við uttandura trappu.

Íbúðirnar liggja væl fyri í vøkrum øki í vesturbýnum, tætt við skúlar, barnaansing og við góðum bussambandi.

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bústaðabygging og hava grøna jarðhitaskipan.

ViðfestiStødd
PDF icon Plantekning, Mattalágarvegur.pdf132.2 KB
PDF icon Býlingurin Oman Mattalág.pdf600.69 KB

Byggiár2019

Íbúðir38

Búvídd, m254-104

Rúm2-4

Goymslurúmja

Terassa/altanja

Hæddir2

ArbeiðstakariScandibyg, Sp/f Plan og Sp/f JEP Smíð

OrkukeldaJarðhiti

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.nei

Leiga5.663-9.401

  • Mai 2015, íbúðirnar eru klárar at flyta inní

    Mai 2015, íbúðirnar eru klárar at flyta inní

  • Mai 2015, íbúðirnar eru klárar at flyta inní

    Mai 2015, íbúðirnar eru klárar at flyta inní

  • Ímillum íbúðahúsini er snøgt flísalagt tún

    Ímillum íbúðahúsini er snøgt flísalagt tún

  • Køkurin

    Køkurin

  • Nærmynd av køkinum, sum hevur allar hentleikar

    Nærmynd av køkinum, sum hevur allar hentleikar

  • Ljósviðurskiftini eru sera góð

    Ljósviðurskiftini eru sera góð

  • Í sovikamarinum eru klædnaskáp

    Í sovikamarinum eru klædnaskáp

  • Fleiri skáp eru í íbúðunum

    Fleiri skáp eru í íbúðunum

  • Baðirúmið

    Baðirúmið

  • Staðsetingin er sera góð. Stutt er til allar hugsandi hentleikar

    Staðsetingin er sera góð. Stutt er til allar hugsandi hentleikar

  • Innrættingin av íbúðunum

    Innrættingin av íbúðunum

Heygavegur - Klaksvík

Við Heygavegin í Klaksvík hava vit átta vardar íbúðir til ungdómar við serligum tørvi. Har eru tvey íbúðahús í tveimum hæddum við fýra íbúðum í hvørjum.

Staðsetingin er sera góð í miðbýnum í Klaksvík. Stutt er til allar hugsandi hentleikar, t.d. innkeypsmøguleikar, skúlar, bókasavn, matstovur, fótbóltsvøll og svimjihøll.

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan er sera lág, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.

Tær vardu íbúðirnar eru úrslit av samstarvi millum Bústaðir, Almannamálaráðið og donsku fyritøkuna Scandibyg, sum hevur bygt íbúðirnar. Tað serliga við hesi byggiverkætlan er, at bygningarnir vóru innfluttir av verksmiðju í Danmark. Hetta hevði við sær, at byggiarbeiðið gekk tvífalt so skjótt sum vanligt, tí sjálvur bygningurin varð gjørdur samstundis sum jørðararbeiði, fundament og innleggingar vórðu gjørd. 

Okkara samstarvsfelagar í verkætlanini eru Scandibyg og P/f Kanjon. 

Hesar íbúðirnar verða ikki bjóðaðar út eftir okkara bíðilista. Almannaverkið umsitur egnan bíðilista til íbúðirnar. 

Byggiár2015

Íbúðir8

Búvídd, m254

Rúm2

Felagsrúmnei

Goymslurúmnei

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir2

Lyftanei

ArbeiðstakariScandibyg og p/f Kanjon

OrkukeldaJarðhiti

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Mikroovnurnei

Uppvaskimask.ja

Vaskimask.nei

Turkitrumlanei

Leigakr. 4.670

  • Útsýni yvir Biskupstorg frá bátabrúgvunum (Mynd: Dávur Winther)

  • Frá veghæddini

  • Frá veghæddini

  • Frá veghæddini

  • Frá veghæddini

  • Træklædningur

  • Træklædningur (Mynd: Dávur Winther)

  • Trappu uppgongd

  • Trappu uppgongd

  • Køkur

  • Køkur

  • Køkur

  • Køkur

  • Køkur

  • Køkur

  • Køkur

  • Køkur - stova

  • Køkur - stova (Mynd: Dávur Winther)

  • Útsýni úr køki

  • Útsýni úr køki

  • Útsýni úr køki

  • Útsýni úr stovu

  • Útsýni úr stovu

  • Kamar

  • Kamar

  • Kamar

  • Kamar við takvindeyga

  • Kamar

  • Atgongd í kamari til hems

  • Gangur í íbúð

  • Baðirúm

  • Baðirúm

  • Goymslurúm

  • Goymslurúm

  • Útsýni av terrassu

  • Útsýni av terrassu

  • Útsýni av terrassu

Biskupstorg - Klaksvík

Við 30 íbúðum kring nýggja Biskupstorg í Klaksvík vilja vit geva eitt munagott íkast til framskygdu ætlanina fyri miðbýin, sum Klaksvíkar Kommuna hevur stungið út í kortið.

Íbúðirnar kring Biskupstorg skapa eitt samspæl við tað nýggja miðbýarøkið. Tá ið lunnar eru lagdir undir ein livandi og fjølbroyttan bý, verður hetta íbúgvum og vitjandi til gagns.

Íbúðirnar eru teknaðar við støði í nýggju miðbýarætlanini í Klaksvík, og hava vit umframt at hava ymsar almennar funktiónir í veghæd kring Biskupstorg, lagt dent á at hava eitt fjøltáttað úrval av leiguíbúðum í ovaru hæddunum. 

Allar íbúðirnar hava:

- rúmliga og nýtiliga terassu

- lætta atgongd fyri øll við innandura trappu og lyftu

- alrúm við vindeygum á báðum útsíðum, so ljósviðurskiftini eru góð

- nútímans baðirúm við plássi til vaski- og turkimaskinu

- stór kømur og arbeiðsrúm, eitt í hvørjari íbúð við beinleiðis útgongd til terassu

- privatan goymslukliva til súkklu og barnavogn í kjallarahædd

- gott útsýni yvir Biskupstorg, vágna, býin sum heild og náttúruna kring býin

- útsýni, men samstundis er hugsað um, at tað ikki sæst ov væl inn av torginum, so eitt ávíst privatlív er tryggjað

- burðardyggar íbúðir við góðari inniluft og dygdargóðum tilfari - ymiskar íbúðastøddir, ið nøkta ymsar tørvir

- arkitektoniskar dygdir, sum geva býnum og umhvørvinum vakurleika og fagurfrøðiligar upplivingar 

Tann góði bústaðurin er ikki einans góður innanveggja. Hann skal virka hond í hond við umhvørvið, býlingin og býin, hann er partur av. Vit hava lagt okkum eftir at hesir nýggju bústaðir lúka øll nútímans krøv.

ViðfestiStødd
PDF icon Biskupstorg - 07.11.2018.pdf1.87 MB

Byggiár2019

Íbúðir30

Búvídd, m272-143

Rúm2-4

Goymslurúmja

Terassa/altanja

Hæddir5

Lyftaja

ArbeiðstakariKanjon

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

Leiga5.983-11.645

  • Staðseting

    Staðseting

  • 2018-05-17

  • Nýmótans køkur við øllum hentleikum

    Nýmótans køkur við øllum hentleikum

  • Rúmligt og nýtiligt køkur/alrúm

    Rúmligt og nýtiligt køkur/alrúm

  • Kamar

    Kamar

  • Gongin

    Gongin

  • Baðirúm

    Baðirúm

  • Stór felags gongd, sum leigarar kunnu brúka til ymisk endamál

    Stór felags gongd, sum leigarar kunnu brúka til ymisk endamál

  • Uttanfyri er eitt úthús til hvørja íbúð

  • Rúmligt og nýtiligt úthús

    Rúmligt og nýtiligt úthús

  • 2018-05-17

Undir Bjørgum - Oyrarbakki

Í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi á Oyrarbakka hava vit tvey íbúðahús við fýra íbúðum í hvørjum. Grannalagið er gott og sera barnavinarligt. Sólargangurin er góður, og nakað av útsýni er yvir Sundalagið.

Íbúðirnar møta øllum nútímans krøvum til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan er sera lág, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðunum.

Ímillum bæði íbúðahúsini hava vit saman við Sunda kommunu gjørt eitt felagsøki við spæliplássi, sum øll í grannalagnum kunnu nýta.

Á felagsøkinum eru runnar og trø plantað. Hvør íbúð hevur sítt egna goymslurúm og hjall. Stutt er til barnagarð og skúlar, innkeypsmøguleikar o.a. Harumframt hevur tú vøkru náttúruna sum næsta granna.

4 íbúðir eru 92 m2
4 íbúðir eru 82 m2

Høvuðsarbeiðstakari var Sp/f Jóan Petur Vang. 

ViðfestiStødd
PDF icon Innrætting íbúð á 82 fermetrar.pdf359.49 KB
PDF icon Innrætting íbúð á 92 fermetrar.pdf362.17 KB

Byggiár2014

Íbúðir8

Búvídd, m282-92

Rúm3-4

Felagsrúmja

Goymslurúmja

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir2

ArbeiðstakariSp/f Jóan Petur Vang

Orkukeldahitapumpa, gólvhiti

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

LeigaKr. 5.216-6.002

  • 2017-05-01

  • 2018-05-17

  • Inngongd til íbúð á 83 m2

  • Inngongd til íbúð á 83 m2

  • Gongin í íbúð á 83 m2

  • Køkur í íbúð á 83 m2

  • Køkur í íbúð á 83 m2

  • Køkur í íbúð á 83 m2

  • Bryggers í íbúð á 83 m2

  • Bryggers í íbúð á 83 m2

  • Trappan, ið leiðir upp til íbúð á 52 m2

  • Gongin í íbúð á 52 m2

  • Køkur í íbúð á 52 m2

  • Køkur í íbúð á 52 m2

  • Køkur í íbúð á 52 m2

  • Kamar í íbúð á 52 m2

  • Kamar í íbúð á 52 m2

  • Baðirúm í íbúð á 52 m2

  • Baðirúm í íbúð á 52 m2

  • Alrúm í íbúð á 52 m2

  • Tekning frá arkitektinum

    Tekning frá arkitektinum

  • Staðsetingin

    Staðsetingin

Óðinshædd - Tórshavn

Í náttúruvakra umhvørvinum á Óðinshædd í Havn hava Bústaðir 22 íbúðir í ymiskum støddum og sniðum.

Flestu íbúðirnar hava gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð, og grannalagið er friðarligt. Stutt er til allar hugsandi hentleikar, og busssambandið er gott. Harumframt er matvøruhandil beint við. 

Allar íbúðir hava egna inngongd, og parkeringsviðurskiftini eru góð. Skúrur er til hvørja einstaka íbúð. Størru íbúðirnar hava hjall, og minnu íbúðirnar fluguskáp. 

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging. Tær hava sera góð ljós- og ljóðviðurskifti, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.

Býlingurin fevnr um sjey bygningar - fýra bygningar við fýra íbúðum í hvørjum og tríggir bygningar við tveimum íbúðum í hvørjum. 

8 stk íbúðir eru 54 m2, harav eru 4 stk tvey-rúms íbúðir og 4 stk eru trý-rúms íbúðir
8 stk íbúðir eru 83 m2, og allar eru trý-rúms íbúðir
6 stk íbúðir eru 86 m2, og allar eru fýra-rúms íbúðir

Harafturat hoyrir eitt uttandura goymslurúm á 3 mtil hvørja íbúð.

Palli Gregoriussen er arkitekturin aftanfyri verkætlanina.

ViðfestiStødd
PDF icon Óðinshædd tekningar.pdf612.45 KB

Byggiár2017

Íbúðir22

Búvídd, m254-86

Rúm2-4

Úthúsja

Hæddir2

ArbeiðstakariSp/f Bulur

Orkukeldahitapumpur, gólvhiti

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

Leiga4.796 - 6.866

  • Útsýnið er sera gott

    Útsýnið er sera gott

  • Køkurin hevur allar hentleikar so sum køli- og frystiskáp, uppvaskimaskinu, ovn og eymhettu

    Køkurin hevur allar hentleikar so sum køli- og frystiskáp, uppvaskimaskinu, ovn og eymhettu

  • Alrúmið er ljós og rúmlig

    Alrúmið er ljós og rúmlig

  • Á baðirúminum er vaskimaskina og turkitrumla

    Á baðirúminum er vaskimaskina og turkitrumla

  • Brúsan

    Brúsan

  • Á myndini sæst tað størra sovikamarið

    Á myndini sæst tað størra sovikamarið

Við Ranggil - Leirvík

Miðskeiðis í bygdini í Leirvík hava vit fimm raðíbúðir. Hesar eru sera snotiligar og eru bygdar við íblástri úr gamlari føroyskari byggilist og gomlum byggisiði og hava flagtak. Framman fyri íbúðirnar er grasvøllur, og aftanfyri eru runnar og trø plantað fyri at fríðka um økið.

Frá íbúðunum er útsýnið norðureftir gott, og góði sólargangurin kann njótast á terassu, bæði framman og aftan fyri íbúðirnar. Hvør íbúð hevur sína egnu inngongd, parkeringsviðurskiftini eru sera góð, og bilur kann fáast til dyrnar.

Íbúðirnar møta øllum nútímans krøvum til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóð viðurskifti. Orkunýtslan er sera lág, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.

Íbúðirnar eru í sera friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, og stutt er til allar hugsandi hentleikar, m.a. skúla, barnagarð, spælipláss, bowlinghøll, fótbóltsvøll og innkeypsmøguleikar.

3 av íbúðunum eru 78 m2
2 av íbúðunum eru 63 m2

ViðfestiStødd
PDF icon Innrætting av íbúðunum við Ranggil.pdf949.73 KB
PDF icon Flatmynd allar íbúðir.pdf1.73 MB

Byggiár2014

Íbúðir5

Búvídd, m263-78

Rúm2-3

Felagsrúmnei

Goymslurúmja

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir1

ArbeiðstakariSp/f MTM Bygging

Orkukeldahitapumpa, gólvhiti

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

Vaskimask.ja

Turkitrumlaja

Leigakr. 4.331 - 5.549

  • Myndin vísir eina av íbúðunum

    Myndin vísir eina av íbúðunum

  • Inngongdin til eina av íbúðunum

    Inngongdin til eina av íbúðunum

  • Allar íbúðir hava egna inngond

    Allar íbúðir hava egna inngond

  • Útsýnið

    Útsýnið

  • Í íbúðunum er nýmótans køkur

    Í íbúðunum er nýmótans køkur

  • Høgt til loft og vítt til veggja

    Høgt til loft og vítt til veggja

  • Høgt til loft og vítt til veggja

    Høgt til loft og vítt til veggja

  • Baðirúmið er snøgt og rúmligt

    Baðirúmið er snøgt og rúmligt

  • Á baðirúminum er el lagt inn og pláss gjørt til vaskimaskinu og turkitrumlu

    Á baðirúminum er el lagt inn og pláss gjørt til vaskimaskinu og turkitrumlu

  • Myndin vísir størra sovikamarið

    Myndin vísir størra sovikamarið

  • Myndin vísir minna sovikamarið, sum hevur hems

    Myndin vísir minna sovikamarið, sum hevur hems

  • Stigin uppá hemsin

    Stigin uppá hemsin

  • Uppi á hemsini er inngongd til goymslurúmið

    Uppi á hemsini er inngongd til goymslurúmið

  • Uppi á hemsinum er stórt goymslurúm

    Uppi á hemsinum er stórt goymslurúm

  • Gongin er ljós

    Gongin er ljós

  • Ljósviðurskiftini eru góð

    Ljósviðurskiftini eru góð

  • Hvør íbúð hevur rúmligt úthús

    Hvør íbúð hevur rúmligt úthús

  • Staðsetingin

    Staðsetingin

Garðsvegur - Sørvágur

Á Garðsvegi, miðskeiðis í Sørvági, hava Bústaðir fimm raðíbúðir. Úr íbúðunum er frítt og vakurt útsýni yvir bygdina og sandin.

Íbúðirnar eru staðsettar í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, og stutt er til allar hugsandi hentleikar, m.a. skúla, barnagarð, spælipláss, fótbóltsvøll og innkeypsmøguleikar.

Tær eru innrættaðar við duri, tveimum sovikømrum, baðirúmi og køks-/alrúmi. Í tí minna sovikamarinum er hems. Uppi á hemsinum er harumframt eitt rúmligt goymslurúm. 

Bæði framman og aftan fyri íbúðirnar kann sólargangurin njótast á terassu. Harumframt hevur hvør íbúð egna inngongd og bilur sleppur heilt til dyrnar, so parkerings- og atkomuviðurskiftini eru sera góð.

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan er lág og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðunum.

Íbúðirnar eru allar 85 m2 og hava harumframt úthús.  
 

ViðfestiStødd
PDF icon innrætting av íbúð.pdf263.02 KB

Byggiár2015

Íbúðir5

Búvídd, m285

Rúm3

Felagsrúmnei

Goymslurúmja

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir1

ArbeiðstakariSørvágs Snikkarav.

Orkukeldahitapumpa, gólvhiti

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

Vaskimask.nei

Turkitrumlanei

Leiga5.893

  • Heiðatrøðin 5A & 5B

    Heiðatrøðin 5A & 5B

  • Staðsetingin

    Staðsetingin

  • Heiðatrøðin 3

    Heiðatrøðin 3

  • Heiðatrøðin 3

    Heiðatrøðin 3

  • Heiðatrøðin 5A & 5B

    Heiðatrøðin 5A & 5B

  • Høgt til loft og vítt til veggja

    Høgt til loft og vítt til veggja

  • Køkurin er sera praktiskur og hevur allar hentleikar

    Køkurin er sera praktiskur og hevur allar hentleikar

  • Út frá køkinum kemur tú til vásarúmið og durin

    Út frá køkinum kemur tú til vásarúmið og durin

  • Køkurin er rúmligur

    Køkurin er rúmligur

  • Køkurin er væl innrættaður

    Køkurin er væl innrættaður

  • Baðirúmið er flísalagt

    Baðirúmið er flísalagt

  • Alt baðirúmið er flísalagt

    Alt baðirúmið er flísalagt

  • Í stóra sovikamarinum eru stór klædnaskáp

    Í stóra sovikamarinum eru stór klædnaskáp

  • Sovikamarið, ið hevur hems, er ljóst og rúmligt

    Sovikamarið, ið hevur hems, er ljóst og rúmligt

  • Í sovikamarinum er stigi uppá hemsin

    Í sovikamarinum er stigi uppá hemsin

  • Hemsurin er rúmligur

    Hemsurin er rúmligur

  • Í vásarúminum er vaskimaskina og turkitrumla. Eisini er nógv goymslupláss og hurð út

    Í vásarúminum er vaskimaskina og turkitrumla. Eisini er nógv goymslupláss og hurð út

  • Dururin er flísalagdur og hevur skáp til goymslu

    Dururin er flísalagdur og hevur skáp til goymslu

Heiðatrøðin - Tvøroyri

Á Tvøroyri hava vit tríggjar stórar íbúðir, - tvær eru samanbygdar og ein stendur fyri seg sjálva. Íbúðirnar eru bygdar í vøkrum, nútímans byggisniði og hava flagtak.

Íbúðirnar eru rúmligar, og høgt er millum loft og gólv. Vindeyguni eru stór, og hetta ger, at tú kanst njóta útsýnið og lívið í grannalagnum innanífrá. Sólargangurin er góður, og hann kann njótast framman fyri íbúðirnar á steinløgdu terassuni, ið hevur eitt hálvtak út yvir. Hvør íbúð hevur egnan hjall, og eisini hava allar íbúðirnar egna inngongd bæði inn í gongina og í grovkøk. Uttanfyri er stórt tún, og parkeringsviðurskiftini eru góð.

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan er sera lág, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.

Íbúðirnar eru í hugnaligum og friðarligum umhvørvi miðskeiðis á Tvøroyri. Stutt er til allar hugsandi hentleikar, sum t.d. matvøruhandil, skúla, barnagarð, ítróttahøll og fótbóltsvøll. 

Høvuðsarbeiðstakari var Sp/f Svend Roest. 

ViðfestiStødd
PDF icon 02 Flatmynd 1 v12.pdf84.6 KB

Byggiár2013

Íbúðir3

Búvídd, m2103

Rúm4

Goymslurúmja

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir1

ArbeiðstakariSp/f Svend Roest

Orkukeldahitapumpa, gólvhiti

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Mikroovnurja

Uppvaskimask.ja

Vaskimask.ja

Turkitrumlaja

Leiga5.893-6.226

Síður